Loading...
Larger font
Smaller font
Copy
Print
Contents
  • Results
  • Related
  • Featured
No results found for: "".
  • Weighted Relevancy
  • Content Sequence
  • Relevancy
  • Earliest First
  • Latest First
    Larger font
    Smaller font
    Copy
    Print
    Contents

    5. Halgan

    Gud hevur lovað, at „spyrja tit eftir mær,
    skulu tit finna meg; og leita tit eftir mær av
    heilum huga, skal eg lata tykkum finna meg.”
    Jer. 29,13.

    Um Guds mynd skal endurnýggjast í okkum, mugu vit geva okkum yvir til hansara av heilum huga. Vit eru av náttúru fremmand fyri Gudi. Heilagi Andin lýsir okkara støðu soleiðis: „Deyðir í misgerðum og syndum tykkara.” „Høvdið er aIt tey beru sár, og hjartað alt er sjúkt,... einki heilt”. Vit sita føst í „snerru djevulsins, fangaðir av honum til at gera hansara vilja” Ef. 2,1; Jes. 1,5-6; 2. Tim. 2,26. Gud ynskir at grøða okkum og gera okkum fræls. Men av tí at hetta krevur eina fullkomna broyting og endurnýggjan av allari okkara náttúru, mega vit fult og heilt geva okkum yvir til hansara. Stríðið um okkara jarðiska sinni er harðasti bardagin, sum nakrantíð hevur verið stríddur. At geva seg sjálvan og alt undir Guds vilja krevur stríð. Men sinnið má geva seg undir Gud, áðrenn tað kann endurnýggjast í heilagleika.VK 45.1

    Satan roynir at fáa Guds stjórnarlag at síggja út, sum um vit bara skulu vera undirbrotlig og undir støðugum eftirliti. Men soleiðis er ikki. Stjórnarlag Guds talar til vitið og samvitskuna. Hann vil tala við okkum um tað, sum er rætt. Jes. 1,18. Gud tvingar ongan til at vera undirbrotligan. Hann kann ikki taka ímóti eini tilbiðjan, sum ikki er givin av egnum vilja og fullum huga. Um ein var tvungin til at vera undirbrotligur, hevði tað forðað allari veruligari menning av sinninum og lyndinum. Tað hevði bert gjørt okkum til maskinur, og hetta er ikki skaparans ætlan. Hann vil, at menniskjað, sum er krúnan á skapanarverkinum, skal náa ta hægst møguligu menning. Hann vísir okkum tær óavmarkaðu signingar, sum hann í síni náði vil leiða okkum fram til. Hann bjóðar okkum at geva okkum yvir til hansara, so hann kann virka sín vilja í okkum. Tað er upp til okkum sjálv at velja, um vit vilja verða loyst úr syndarinnar trældómi og fáa lut í tí heilaga frælsinum, sum Guds børn hava.VK 46.1

    Tá ið vit geva okkum yvir til Gud, mugu vit sleppa øllum tí, sum skilir okkum frá honum. Tí sigur Frelsarin: „Somuleiðis kann heldur eingin tykkara, sum ikki avsigur alt tað, ið hann eigur, vera lærusveinur mín.” Luk. 14,33. Alt tað, sum dregur hjartað burtur frá Gudi, má takast burtur. Mong dýrka mammon. Kærleiki til pening og hugur til ríkidømi er gylta leinkjan, sum bindur tey til Satan. Onnur tráa eftir rósi og verðsligari æru. Aftur onnur dýrka eitt lív í sjálvgóðsku, leti og ábyrgdarloysi. Men slík trælabond mugu fáast burtur. Vit kunnu ikki hoyra bæði Gudi og heiminum til samstundis. Vit eru ikki Guds børn, uttan at hann eigur okkum heilt og fult.VK 46.2

    Summi siga seg tæna Gudi, men líta bert á egnar royndir fyri at lýða lóg hansara, menna eitt gott lyndi og soleiðis verða frelst. Hjørtu teirra hava onga djúpa fatan av Kristi kærleika. Tey royna at liva eitt kristiligt lív, tí tey halda, at Gud krevur hetta av teimum, fyri at tey kunnu vinna himmalin. Slíkur kristindómur er virðisleysur. Tá ið Kristus býr í hjartanum, er sálin so fylt av kærleika hansara og av gleði yvir samveruna við hann, at eitt slíkt menniskja gloymir seg sjálvan. Kærleikin til Kristus verður keldan og drívmegin til alt, sum tað ger. Tey, sum merkja, at kærleiki Guds tvingar tey, spyrja ikki um, hvussu lítið tey kunnu gera fyri at lýða boð Guds. Tey spyrja ikki eftir lágmarkinum, men stevna heldur eftir fullkomnum samljóði við vilja endurloysarans. Tey hava ein inniligan longsul eftir at geva honum alt. Tey vísa ein áhuga fyri Guds verki, sum stendur í mun til virðið av tí máli, ið tey royna at náa. At játta Kristus uttan at eiga henda djúpa kærleika er bert prát, innantómt tos og ein tungur trældómur.VK 47.1

    Heldur tú, at tað er ov stórt offur at geva alt yvir til Kristus? Set tær sjálvum henda spurning: Hvat hevur Kristus gjørt fyri meg? Sonur Guds gav alt - kærleika, líðing, ja, sítt lív fyri okkara endurloysing. Kann tað hugsast at vit, sum eru so óverdug til henda stóra kærleika, nokta Jesusi at koma inn í okkara hjarta? Hvørja løtu í lívi okkara hava vit fingið hansara náðiríku signingar. Tí kunnu vit ikki til fulnar fata, hvat tað er fyri eitt dýpi av fákunnu og neyð, vit eru frelst frá. Kunnu vit líta at honum, sum okkara syndir hava gjøgnumstungið, og kortini lítisvirða allan hansara kærleika og offur? Tá ið vit hugsa um, hvussu óendaliga lágt Dýrdardrotturin boygdi seg niður, skulu vit so knarra, tí vit ikki kunnu ganga inn til lívið uttan stríð og uttan at nokta okkum sjálvum nakað?VK 47.2

    Í mongum stoltum sinni Ijóðar hesin spurningur: Hví skal eg angra og eyðmýkja meg, áðrenn eg kann fáa vissu fýri, at Gud tekur ímóti mær? Eg vísi tær á Kristus. Hann var syndafríur, ja enn meira: hann var høvdingi í himlinum. Men hann varð gjørdur til synd fyri menniskjans skuld. Hann „varð taldur millum misgerðarmanna - hann, sum bar syndina hjá mongum og bað fyri misgerðamonnum.” Jes. 53,12.VK 48.1

    Men hvat geva vit frá okkum, tá ið vit geva alt? Eitt syndadálkað hjarta, sum Jesus má reinsa við sínum egna blóði og frelsa í sínum óendaliga kærleika. Og tó halda menniskju, at tað er hart at lata alt frá sær. Eg skammist við at hoyra slík orð og við at skriva tey.VK 48.2

    Gud krevur ikki, at vit skulu sleppa nøkrum, sum er gagnligt fyri okkum. Í øllum, sum hann ger, hevur hann vælferðina hjá børnum sínum fyri eyga. Gævi at øll, sum ikki hava valt Kristus sum sín frelsara, kundu fata, at hann bjóðar teimum nakað, sum er óendaliga nógv betri enn tað, ið tey sjálv leita eftir. Tá eitt menniskja hugsar og ger ímóti Guds vilja, er hetta til stóran skaða fyri tað. Eitt slíkt menniskja fremur stóran órætt ímóti síni egnu sál. Eingin sonn gleði er at finna á tí vegi, sum er noktaður av honum, sum veit hvat er best, og sum ger alt, sum er best fyri sínar skapningar. Vegur syndarinnar er leiðin til vesaldóm og oyðilegging.VK 48.3

    Tað er eitt mistak at halda, at Gud vil, at hansara børn skulu líða. Allur himmalin ynskir, at menniskjuni skulu vera eydnusom. Okkara himmalski faðir letur ikki hurð gleðinnar aftur fyri nøkrum av sínum skapningum. Boðið av himli er, at vit skulu skýggja tað slagi av njótan, sum elvir til líðingar og vónbrot, og sum letur dyrnar til eydnuna og himmalin aftur fyri okkum. Heimsins Frelsari tekur ímóti menniskjum júst so, sum tey eru, við øllum tí, sum trýtur - við ófullkomileikum og veikleikum. Hann vil ikki bert reinsa tey frá synd og geva teimum endurloysing við blóði sínum. Hann vil eisini geva teimum tað, sum tey innast inni tráa eftir, um tey samtykkja at taka á seg ok hansara og bera byrðar hansara. Hann gevur øllum hvílu og frið, sum leita til hansara fyri at fáa lívsins breyð. Hann biður bert um, at vit skulu gera tær skyldur, sum leiða okkum fram til tær himmalsku signingar, sum tey ólýdnu aldri kunnu fáa lut í. Hitt sanna og gleðiríka lívið fyri mannasálina er, at Kristus, vón dýrdarinnar, tekur bústað í hjarta okkara.VK 49.1

    Mong spyrja: Hvussu skal eg bera meg at við at boyggja meg fyri Gudi? Tú ynskir at geva teg yvir til hansara, men tín andaliga styrki er lítil.Tú ert bundin av iva, og vanar frá einum lívi í synd ráða yvir tær. Tíni lyftir og avgerðir kunnu verða sum eitt reip gjørt av sandi. Tú kanst ikki altíð stýra tínum tonkum, lyndi ella kenslum. Tú minnist tey lyftir, tú hevur brotið, og tær avgerðir, sum tú hevur latið vera við at taka. Hetta ger, at tín tiltrúgv á egnan heiðurleika viknar, og tú heldur, at Gud ikki kann taka ímóti tær. Men tær nýtist ikki at falla í fátt. Tað, sum tær tørvar, er at skilja ta sonnu styrkina í viljanum. Viljin er tann stýrandi mátturin í náttúruni hjá menniskjanum - evnini at taka avgerðir og at velja ímillum gott og ilt. Alt velst um at brúka viljan rætt. Gud hevur givið menniskjunum evnir til at velja. Tú kanst ikki broyta hjarta títt. Tú kanst ikki av tær sjálvum elska Gud, men tú kanst velja at tæna honum. Tú kanst lata Gud ávirka tín vilja, so vil hann virka í tær bæði at vilja og at virka eftir góða vilja sínum. Soleiðis kann alt sinnalag títt verða ávirkað av Kristi Anda. Tín longsul verður vendur til hansara, og tínir tankar verða í samljóði við hansara tankar.VK 50.1

    Tráan tín eftir góðsku og heilagleika er góð, men steðgar tú her, so gagnar hon tær einki. Mong munnu glatast, meðan tey vóna og ynskja at gerast kristin. Tey koma ikki so langt, at tey loyva Gudi at ráða yvir teirra vilja. Tey velja ikki at gerast ein sannur kristin beinanveg.VK 50.2

    Men fær viljin ta røttu kósina, kann ein fullkomin vend koma í lív títt. Tá ið tú gevur vilja tín til Kristus, sameinir tú teg við ein mátt, sum er sterkari enn allur annar máttur.Tú fært styrki omanífrá, ið kann varðveita teg. Við støðugt at geva teg yvir til Gud, verður tú førur fyri at liva eitt nýtt lív, eitt trúarinnar lív.VK 50.3

    Larger font
    Smaller font
    Copy
    Print
    Contents