Loading...
Larger font
Smaller font
Copy
Print
Contents
  • Results
  • Related
  • Featured
No results found for: "".
  • Weighted Relevancy
  • Content Sequence
  • Relevancy
  • Earliest First
  • Latest First
    Larger font
    Smaller font
    Copy
    Print
    Contents

    11. Signing bønarinnar

    Gud talar til okkara gjøgnum náttúruna, í sínum opinberaða orði, við síni forsjón og ávirkan av Anda sínum. Men hetta er ikki nóg mikið. Okkum tørvar eisini at lata hjørtuni upp fyri honum. Fyri at fáa lív og kraft frá Andanum mega vit hava eitt livandi samband við okkara himmalska faðir. Vit kunnu kenna okkum drigin at honum og hugleiða um hansara gerðir, náði og signingar. Men hetta er í roynd og veru ikki at samtala við hann. Fyri at samtala við Gud mega vit hava okkurt at siga honum um okkara egna lív.VK 97.1

    Bøn er at opna hjartað fyri Gudi sum fyri einum vini. Tað er ikki neyðugt fyri at siga Gudi frá, hvat og hvørji vit eru, men fyri at vit kunnu taka ímóti honum. Bønin flytur ikki Gud niður til okkara, men hon lyftir okkum upp til hansara. Tá Jesus var her á jørðini, lærdi hann lærusveinarnar at biðja. Hann lærdi teir at leggja sín dagliga tørv fram fyri Gud hvønn dag og kasta allar sorgir á hann. Hann vissaði teir um, at hann hoyrdi teirra bønir, og ta vissu kunnu vit eisini eiga.VK 97.2

    Sjálvur bað Jesus ofta, tá hann var her á fold. Frelsari okkara javnsetti seg sjálvan við okkum í okkara neyð og veikleika. Hann leitaði í bøn fyri at fáa styrki av nýggjum frá faðir sínum. Soleiðis fyrireikaði hann seg til at gera sínar skyldur og møta teimum royndum, ið stóðu fyri framman. Hann er okkara fyrimynd í øllum viðurskiftum. Hann er ein bróðir í okkara veikleikum, „ein, sum er freistaður á allan hátt líka við okkum.” Hebr. 4,15. Av tí at hann var uttan synd, beyð tað ónda honum inniliga ímóti. Hann fekk nógv ímóti sær og mátti tola svára sálarkvøl í hesum synduga heimi. Jesus tók á seg mannanáttúru, og tí var bøn neyðug og til signing fyri hann. Í samtalu við faðir sín fann hann troyst og gleði. Tá ið Frelsarin, Guds sonur, hevði tørv fyri at biðja, hvussu mikið meira áttu tá ikki deyðilig menniskju, syndug og veik, at kent tørvin fyri inniligari, støðugari bøn?VK 98.1

    Faðir okkara á himni er altíð til reiðar til fult og heilt at geva okkum sína signing. Tað er okkara framíhjárættur at kunna drekka ríkiliga úr hansara óendaligu kærleikskeldu. Er tað so ikki løgið, at vit ikki biðja meira, enn vit gera? Gud er bæði til reiðar og fúsur at lurta eftir hvørjari einfaldari bøn frá hansara mest hjálparleysu børnum. Og tó eru vit alt ov trek til at siga honum okkara tørv. Hvat munnu einglar himmalsins hugsa um okkum neyðars, hálparleysu menniskju, sum koma út fyri nógvum freistingum og tó biðja so lítið og hava so lítla trúgv? Guds æviga kærleikshjarta tykir synd í okkum og er til reiðar at geva meira, enn vit eru før fyri at biðja ella hugsa um. Einglarnir boyggja seg við gleði fyri Gudi, og teir frøa seg yvir at vera í nærveru hansara. Samvera við Gud er teirra størsta gleði. Men hóast jarðarinnar børn hava so stóran tørv á tí hjálp, sum bert Gud kann geva, tykjast tey vera nøgd við at liva uttan Andans Ijós og uttan samveru við Gud.VK 98.2

    Tey, sum lata vera við at biðja, koma sær sjálvum í vanda. Satans myrkur - og fíggindans loyndarfullu freistingar - tøla tey til synd. Og alt hetta kemur av, at tey ikki fáa tær signingar, sum standa teimum í boði ígjøgnum bøn. Hví skulu Guds synir og døtur vera so trek at biðja, tá ið bønin er lykil trúarinnar, sum opnar himmalsins slúsur. Har eru tær ótømandi hjálparkeldurnar hjá hinum almáttuga. Um vit ikki eru árvakin og áhaldandi í bønini, eru vit í vanda fyri at gerast líkasæl og at víkja av tí rætta vegnum. Mótstøðumaðurin roynir áhaldandi at forða okkum vegin til náðistólin, so vit ikki við trúgv og bøn skulu fáa kraft til at standa ímóti freistingum.VK 99.1

    Ávísar fyritreytir mugu vera til staðar, áðrenn vit kunnu vænta, at Gud vil hoyra og svara okkara bønum. Fyri tað fyrsta mugu vit kenna tørv á hansara hjálp. Hann hevur lovað: „Eg man hella út vatn yvir tað tystandi land og áarstreymar yvir turrlendið.” Jes. 44,3. Tey, ið hungra og tysta eftir rættvísi og leingjast eftir Gudi, kunnu vera fullvís í, at teirra tørvur verður mettaður. Hjartað má vera opið fyri ávirkan Andans, um ein skal kunna taka ímóti Guds signing.VK 99.2

    Okkara stóri tørvur er í sjálvum sær ein sterk grundgeving fyri at hjálpa okkum. Men vit mega søkja Harran, og biðja hann um tað, sum okkum tørvar. Hann sigur:„Biðið, so skal tykkum verða givið.” Og aftur: „Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum?” Matt. 7,7; Róm. 8,32.VK 100.1

    Halda vit fast við óndar tankar og tvíhalda um tilvitaða synd, so man Harrin ikki lurta eftir okkara bønum. Men hann hoyrir altíð bønirnar frá teimum iðrandi og eyðmjúku. Tá ið alt, sum vit vita er skeivt, er rættað, kunnu vit trúgva, at Gud svarar okkara bønum. Vit hava ikki uppiborið Guds náði við egnum verkum. Tað er bert Jesusi at takka, at vit kunnu verða frelst. Hansara blóð eina kann reinsa okkum. Men tað stendur til okkara at gera eftir treytunum fyri, at hann kann taka ímóti okkum.VK 100.2

    Trúgv er ein annar liður í virksamari bøn: „Tí at tann, sum kemur fram fyri Guð, eigur at trúgva, at hann er til, og at hann lønar teimum, sum leita til hansara.” Jesus segði við lærusveinar sínar: „Alt tað, sum tit biðja um og tráa eftir, trúgvið, at tit hava fingið tað, tá skal tað verða tykkum fyri.” Hebr. 11,6; Mark. 11,24. Taka vit hann upp á orðið?VK 100.3

    Fyrijáttanin er umfatandi og markleys, og trúfastur er hann, sum hevur givið hana. Um vit ikki fáa júst tað, sum vit biðja um í tí løtu, vit biðja, skulu vit kortini trúgva, at Harrin hoyrir okkum og vil svara okkara bønum. Vit eru so óskynsom og stuttskygd, at vit við hvørt biðja um nakað, sum ikki hevði verið til signing fyri okkum. Og í sínum kærleika svarar okkara himmalski faðir bønunum soleiðis, at hann gevur okkum tað, sum verður okkum mest at gagni. Hann gevur okkum tað, sum vit sjálv høvdu ynskt, um eygu okkara vórðu upplýst av Gudi, so at vit kundu sæð alt, sum tað í veruleikanum er. Tá ið tað sær út, sum at okkara bønir ikki verða svaraðar, skulu vit halda fast við fyrijáttanina. Tí tað er vist, at tann tíð kemur, at vit verða bønhoyrd og fáa ta signing, sum okkum tørvar mest. Men at krevja, at bøn altíð skal verða svarað júst soleiðis, sum vit ynskja í tí løtuni, er ov mikið kravt. Gud er ov vísur til at gera mistøk og ov góður til at halda nakað aftur frá teimum, sum eru trúføst. Óttast tí ikki fyri at líta á hann, sjálvt um tú í løtuni ikki sært nakað svar upp á tínar bønir. Lit á hansara álítandi fyrijáttan:„Biðið, so skal tykkum verða givið.”VK 101.1

    Um vit lurta eftir okkara iva og ótta, ella um vit royna at útgreina alt, sum vit ikki skilja, áðrenn vit trúgva, so munnu vandamálini bert økjast og gerast størri og størri. Men Gud, hvørs kunnleiki er markleysur, bæði vil og kann lurta eftir okkara rópum. Hann vil lata Ijósið skína inn í okkara hjørtu, um vit kenna okkara tørv og hjálparloysi og koma til hansara í eyðmjúkari, vóngóðari trúgv. Um vit biðja til hansara av heilum huga, so koma vit í samband við hinVK 101.2

    æviga Gud, sum veit alt og stýrir øllum lutum við sínum vilja og orði. Vit hava kanska ikki júst tá eitt serstakt prógv fyri, at Frelsarans andlit er vent ímóti okkum í kærleika og miskunn, men soleiðis er tað kortini. Vit merkja kanska ikki, at hann nertir við okkum likamliga, men hansara hond hvílir á okkum í kaerleika og eymari samkenslu.VK 102.1

    Tá ið vit koma fram fyri Gud og biðja um náði og signing, mega vit hava ein kærleiksfullan og fyrigevandi anda í okkara hjørtum. Hvussu kunnu vit biðja: „Fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara,” og tó hava eitt ófyrigevandi sinni? Matt. 6,12. Um vit vænta, at okkara egnu bønir skulu verða hoyrdar, mega vit fyrigeva øðrum á sama hátt og í sama mun, sum vit vóna at fáa fyrigeving.VK 102.2

    At vera „áhaldandi í bønini” er eisini ein fyritreyt fyri bønhoyring. Vit mugu altíð biðja, um vit skulu vaksa í trúgv og kunnleika. „Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð.” Pætur áminnir tey trúgvandi:„Verið tí vaknir og ódruknir til bønir.” Róm. 12,12; Kol. 4,2; 1. Pæt. 4,7. Paulus sigur: „Latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk.” Og Judas: „Tit elskaðu... biðið í heilagum anda, og haldið tykkum sjálv í Guðs kaerleika” Fil. 4,6; Judas 20-21. Áhaldandi bøn merkir støðugt samband við Gud. Tá streymar lív frá Gudi inn í okkara lív og ger, at reinleiki og heilagleiki streyma aftur til Gud úr lívi okkara.VK 102.3

    Tað er neyðugt at vera áhaldandi í bønini, lat einki forða tær í tí. Royn á allan hátt at varðveita sambandið millum Jesus og tína egnu sál. Nýt hvørt høvi til at samlast við øðrum til bønarhald. Tey, sum av sonnum ynskja at hava samband við Gud, vilja koma til bønarmøtir og trúføst gera sínar skyldur. Tey tráa eftir Guds signingum og søkja tey støð, har himmalsins Ijósstrálur kunnu skína á tey.VK 103.1

    Vit mega biðja saman við familjuni, og vit mega fram um alt ikki gloyma bønina í loynikamarinum, tí tað er hon, ið heldur okkum uppi. Vit kunnu ikki vaksa andaliga, um bønin verður forsømd. Almenn bøn ella familjubøn eina er ikki nóg mikið. Vit mugu inn í einrúmið og opna okkara hjørtu fyri Guds rannsakandi eyga. Bøn í loynikamarinum eigur bert at verða hoyrd av Gudi, ið gevur bønum gætur. Einki forvitið oyra eigur at fáa kunnleika til hesar áheitanir. Bøn í einrúmi ger, at einki árin úr umhvørvinum ella annað órógvar. Róliga og inniliga søkir sinnið Gud. Eitt varandi, himmalskt árin vil tá koma frá honum, sum sær í loyndum, og hvørs oyra er opið fyri teimum bønum, sum koma frá hjartanum. Við stillari, einfaldari trúgv hevur menniskjað samband við Gud og samlar sær strálur frá tí guddómliga Ijósinum til at styrkja og styðja seg í bardaganum móti Satan. Gud er vár sterka borg.VK 103.2

    Bið í tínum loynikamari, og tá ið tú ert í dagliga starvinum. Hevja hjartað ofta til Guds. Soleiðis gekk Enok við Gudi. Hesar stillu bønir stíga upp eins og dýrabart roykilsi fyri hásæti náðinnar. Satan fær ikki sigrað á tí menniskja, sum í hjartanum lítur á Gud.VK 103.3

    Tað finst einki stað ella nøkur løta, hvar tað er óhóskandi at senda eina bøn upp til Guds. Einki kann forða okkum í at hevja hjartað í inniligari bøn. Í mannamúgvuni, á gøtuni og mitt í dagliga yrkinum kunnu vit eisini biðja um guddómliga vegleiðing, eins og Nehemias, tá ið hann legði eina umbøn fram fyri Artaxerxes kongi. Hvar vit enn eru stødd, kunnu vit finna eitt loynikamar til at samtala við Gud. Okkum tørvar støðugt at halda hjartadyrnar opnar - og at bjóða Jesusi inn at búgva í okkara hjarta sum himmalskur gestur.VK 104.1

    Sjálvt um vit eru stødd í dálkaðum og skaðiligum umhvørvi, so noyðast vit ikki at anda inn hesa eitraðu luftina. Vit kunnu liva í himmalsins reinu luft við at lata allar dyr aftur fyri ringum hugmyndum og vanheilagum tonkum, og við at leita til Guds í inniligari bøn. Tey, sum hava hjørtu síni opin fyri stuðli og signing frá honum, vilja ganga í meira heilagum andaligum umhvørvi enn í tí jarðiska. Hesi vilja hava støðugt samband við himmalin.VK 104.2

    Okkum tørvar at síggja Jesus týðuligari fyri okkum, og at skilja betur, hvussu stórt virði teir ævigu veruleikarnir hava. Vakurleikin í heilagleika eigur at fylla hjørtuni hjá Guds børnum. Fyri at so má verða, mega vit biðja Gud um at opinbera teir himmalsku lutirnar fyri okkum.VK 104.3

    Lat sinnið upp og vend tær ímóti tí høga, so at Gud fær latið teg anda av tí himmalsku luftini. Tað er gjørligt hjá okkum at halda okkum so naer Gudi, at tá royndir koma óvæntað á okkum, vilja okkara tankar venda saer til hansara líka so natúrligt, sum blóman vendir saer ímóti sólini.VK 104.4

    Legg tín tørv, tína gleði og sorg, tína stúran og ótta fram fyri Gud. Tú kanst hvørki ómaka ella troytta hann. Hann, sum telur hárini á høvdi tínum, er ikki líkasælur um tørvin hjá sínum børnum. „Harrin er sára miskunnsamur og mildur.” Ják. 5,11. Okkara sorgir, ja, bert at vit nevna tær, rørir hansara kærleiksfulla hjarta. Far til hansara við øllum, sum tyngir títt sinni. Einki er ov tungt at bera hjá honum, sum heldur jørðini uppi og ræður yvir øllum málum í alheiminum. Einki, sum á nakran hátt viðkemur friði okkara, er ov smátt hjá honum at legga merki til. Eingin partur í okkara lívssøgu er so myrkur, at Gud ikki er mentur at bera hetta. Eingin trupulleiki er honum ov tungur at loysa. Eingin óeydna rakar hin minsta av hansara børnum, eingin ótti kann plága sálina, eingin gleði uppliva hana, eingin sonn bøn koma frá varrunum, uttan at okkara himmalski faðir leggur tað til merkis og beinanvegin hevur áhuga fyri tí. „Hann lekir tey, ið hava eitt sundurbrotið hjarta, og bindur um teirra sár.”Sálm. 147,3.Viðurskiftið milium Gud og hvørt einstakt menniskja er so sermerkt og fullkomið, sum um Gud ikki hevði nakran annan at vakja yvir - sum um einki annað menniskja var, ið Gud gav sín elskaða son fyri.VK 105.1

    Jesus segði: „Tann dagin skulu tit biðja í navni mínum, og eg sigi tykkum ikki, at eg skal biðja faðirin fyri tykkum; tí at faðirin sjálvur elskar tykkum.” „Eg havi útvalt tykkum ... til tess at faðirin skal geva tykkum, hvat tit so biðja hann um í navni mínum.” Jóh. 16,26-27; 15,16. Men at biðja í Jesu navni merkir meira enn bert at nevna hetta navn, tá ið vit byrja og enda eina bøn. Tað merkir at biðja við Jesu anda og sinnalagi, og at vit trúgva á fyrijáttanir hansara og geva okkum yvirtil hansara náði og gera hansara gerningar.VK 105.2

    Tað er ikki Guds ætlan, at nakar av okkum skal verða einabúgvi ella munkur/nunna og búgva fyri okkum sjálv fyri at kunna tæna Gudi. Lívið má vera sum lív Kristusar, við bøn í loynikamarinum og við at starva ímillum menniskju. Tann, ið ikki ger annað enn at biðja, heldur annaðhvørt skjótt uppat við at biðja ella biður bert av vana. Bønin missir sítt innihald fyri tí menniskja, ið sleppur sær undan at vera saman við medmenniskjum og roynir at sleppa sær undan sínum kristiligu skyldum og byrðum.Tey, sum halda uppat at arbeiða við áhuga fyri Meistaran, sum arbeiddi so dúgliga fyri tey, hava lítið at biðja um og einki, ið vil skunda undir at hava andagt. Bønirnar verða sjálvgóðar og mest um tey sjálv. Hesi kunnu ikki biðja fyri tørvinum hjá øðrum menniskjum ella biðja um, at Guds ríki má fáa framgongd - og um kraft at útinna verkið.VK 106.1

    Vit missa nógv, tá ið vit ikki koma saman fyri at styrkja og stuðla hvør øðrum í Harrans tænastu. Hansara sannleiksorð verða ikki so livandi og týdningarmikil fyri okkum. Hjørtu okkara verða ikki upplýst og lívgað við teirra heilaggerandi ávirkan, og okkara andaliga lív viknar. Vit missa nógv í okkara samskifti sum kristin, tá ið samkenslan fyri hvør øðrum vantar. Tann, sum goymir seg í sær sjálvum, útinnir ikki til fulnar tað starv, sum Gud ætlaði honum ella henni. Tá vit menna gleðina við at vera saman við øðrum, fáa vit samstundis meira áhuga og samkenslu við okkara medmenniskjum. Hetta vil menna og styrkja okkum í Harrans tænastu.VK 106.2

    Um kristin gjørdu meira av at koma saman og tosa um Guds kærleika og ta dýrabaru endurloysnina, so høvdu teirra hjørtu notið gott av hesum, og tey kundu styrkt hvør annan. Vit kunnu dagliga læra meira um okkara himmalska faðir og uppliva hansara náði. Tá vilja vit fegin tala um hansara kærleika, og hetta lívar upp og ger okkum heit um hjartað. Um vit hugsaðu og tosaðu meira um Jesus og minni um okkum sjálv, høvdu vit í størri mun merkt hansara nærveru.VK 107.1

    Um vit bert hugsaðu um Gud eins ofta, sum vit hava prógv fyri hansara umsorgan fyri okkum, so høvdu vit altíð hugsað um hann, glett okkum til at tosa um hann og prisa honum. Vit tosa um jarðiskar lutir, tí vit hava áhuga fyri teimum. Vit tosa um okkara vinir, tí at vit elska teir, og teir taka lut í okkara gleði og sorgum. Men vit hava óendaliga størri orsøk til at elska Gud, enn vit hava at elska okkara vinir her á jørðini. Og tað átti at verið sjálvsagt at latið Gud vera fremst í øllum okkara tonkum, at tala um hansara góðsku og siga frá hansara mátti. Ætlanin við teimum dýrabaru gávum, sum hann hevur givið okkum, var ikki, at okkara tankar og kærleiki skuldu snúgva seg um tær í tann mun, at vit ikki kundu hava nakað at geva Gudi aftur. Tær eiga altíð at minna okkum um hann og knýta okkum til okkara himmalska vælgerðarmann við bondum av kærleika og takksemi. Vit eru ov jarðarbundin. Hevjið heldur upp eyguni og lítið inn um opnu dyrnar í halgidóminum á hæddini, har sum Ijómin av Guds dýrd skínur á ásjón Kristusar. Hann „kann fullkomiliga frelsa tey, sum við honum koma til Guðs.” Hebr. 7,25.VK 107.2

    Okkum tørvar at lova og prísa Gudi meira „fyri miskunn hans og undurverk hans móti menniskjunnar børnum.” Sálm. 107,8. Okkara bønarhald eigur ikki bert at snúgva seg um at biðja og taka ímóti. Lat okkum ikki altíð hugsa um okkara tørv, men eisini minnast til tær signingar, ið vit taka ímóti. Vit biðja ikki ov nógv, men vit eru ov sparin við takkarorðum. Vit eru altíð undir Guds náði og umsorgan, og tó gera vit so lítið burtur úr at visa okkara takksemi og prisa honum fyri tað, sum hann hevur gjørt fyri okkum.VK 108.1

    Tá ið ísraelsfólk í gomlum døgum samlaðust til gudstænastu, segði Harrin: „Har skulu tit halda offurmáltíð frammi fyri ásjón Harrans, Guðs tykkara, og saman við húskjum tykk-ara fegnast yvir alt, sum tit hava vunnið við virki tykkara, og sum Harrin, Guð tín, hevur vælsignað teg við.” 5. Mós. 12,7. Tað, sum vit gera Gudi til heiðurs, áttu vit at gjørt við gleði, lovsongi og við takkargerðum, og als ikki við nakrari sorg og sút.VK 108.2

    Gud okkara er ein mildur og miskunnsamur faðir. At tæna honum eigur ikki at roknast sum ein døpur og tung byrða. At tilbiðja Harran og taka lut í hansara arbeiði eigur at verða gjørt av góðum huga. Gud ynskir ikki, at hansara børn, sum hann hevur givið so stóra frelsu, skulu fara fram, sum um hann var ein strangur og kravmikil umsjónarmaður. Hann er teirra besti vinur, og tá ið tey tilbiðja hann, vil hann vera við teimum fyri at signa og troysta tey. Hann vil fylla teirra hjørtu við gleði og kærleika. Harrin ynskir, at hansara børn skulu arbeiða av góðum huga í tænastu hansara og gleðast um hetta, meira enn at kenna tað sum eina byrðu. Hann ynskir, at tey sum koma fyri at tilbiðja hann, skulu fáa við sær dýrabarar tankar um hansara umsorgan og kærleika. Soleiðis kunnu tey hvønn dag finna ugga í hesum og gerast hugagóð í øllum, sum tey takast við. Tey fáa náði frá honum, so tey kunnu bera seg rætt at í øllum lutum.VK 109.1

    Vit mega samlast um krossin. Kristus og hann krossfestur eigur at vera tað evni, sum okkara hugleiðingar og samrøður snúgva seg um. Hetta er okkara størsta gleði. Vit eiga at goyma hvørja einastu signing, sum vit fáa frá Gudi, í huganum. Og tá ið vit hugsa um hansara stóra kærleika, eiga vit at vera fús til at leggja alt í tær hendur, sum vórðu negldar á krossin okkara vegna.VK 109.2

    Vit kunnu lyftast upp móti himni á lovprísunnar veingjum. Í Himlinum verður Gud tilbiðin við sangi og tónleiki, og tá ið vit av hjarta visa honum takksemi, sameina vit okkum við teir himmalsku herskararnar í teirra gudsdýrkan. „Tann, ið takklæti ofrar, veitir mær æru,” sigur Harrin. Latum okkum koma fram fyri okkara skapara við hávirðing og gleði. Har skal hoyrast „takkargerð og lovsongur.” Sálm. 50,23; Jes. 51,3.VK 109.3

    Larger font
    Smaller font
    Copy
    Print
    Contents