Loading...
Larger font
Smaller font
Copy
Print
Contents
  • Results
  • Related
  • Featured
No results found for: "".
  • Weighted Relevancy
  • Content Sequence
  • Relevancy
  • Earliest First
  • Latest First
    Larger font
    Smaller font
    Copy
    Print
    Contents

    2. Syndaranum tørvar Kristus

    Menniskjað hevði upprunaliga virðismikil evnir og eitt sinnalag í javnvág. Tað var fullkomið í verumáta og livdi í samljóði við Gud. Tankarnir vóru reinir og allar ætlanir heilagar. Hesir eginleikar spiltust tó av ólýdni, og sjálvgóðskan kom inn í staðin fyri kærleikan. Ólýdni gjørdi náttúru menniskjans so veika, at tað varð ógjørligt at standa ímóti tí ónda í egnari megi. Menniskjað varð fangað av tí ónda, og soleiðis hevði støðan verið í allar ævir, um Gud ikki hevði gjørt nakað við hetta. Freistarans hugsan var at forða Guds ætlan við at skapa menniskjað, og í staðin fylla jørðina við armóð og oyðing. Hann ætlaði so at føra fram, at alt hetta ónda kom av, at Gud hevði skapt menniskjað.VK 17.1

    Meðan menniskjað enn var sakleyst, gleddist tað um at vera saman við honum, „sum allir dýrgripir vísdómsins ogVK 17.2

    kunnleikans eru fjaldir í.” Kol. 2,3. Men eftir at tað hevði syndað, fann menniskjað onga gleði í heilagleika longur og royndi at goyma seg fyri Gudi. Og soleiðis er støðan enn hjá tí óumvenda hjartanum. Tað er ikki í samljóði við Gud og finnur onga gleði í at vera saman við honum. Ein syndari fær ikki verið eydnusamur í nærveru Guds og trívist ikki saman við heilagum skapningum. Um hann fekk loyvi at koma inn í himmalin, hevði hetta ikki verið nøkur gleði fyri hann. Har er hvørt hjarta fylt av ævigum kærleika, og hesin ósjálvsøkni kærleikin hevði einki aftursvar funnið í sál hansara. Hansara tankar, hugur og áhugamál høvdu verið so nógv øðrvísi enn tey, sum teir syndafríu íbúgvarnir hava. Hann hevði verið eitt misljóð í himmalska kórinum. Himmalin hevði tí verið ein pínustaður fyri syndaran. Hann hevði roynt at fjalt seg fyri honum, sum er Ijós himmalsins og miðdepilin fyri øllum fagnaðinum har. Tað er ikki eitt tilvildarligt boð frá Gudi, sum steingir tey ógudiligu úti frá himlinum. Tey verða útistongd, tí tey sjálv eru óegnað til umstøðurnar har. Guds dýrd hevði verið sum ein oyðandi eldur fyri tey. Tey høvdu verið glað við at verið týnd, so tey kundu krógvað seg fyri andliti hansara, sum doyði fyri at endurloysa tey.VK 18.1

    Tað er ógjørligt hjá okkum í egnari kraft at sleppa upp úr tí syndadýpi, sum vit eru sokkin í. Hjørtu okkara eru syndafull, og vit kunnu ikki broyta tey. „Ja, kundi reinur komið av óreinum! Nei, ikki ein!” „Tí at trá holdsins er fíggindskapur móti Guði, av tí at hon ikki er Guðs lóg lýðin, ja, kann held- ur ikki vera tað” Job 14,4; Róm. 8,7. Lærdómur, mentan, góður vilji og stríð menniskjans kann vera til gagns á røttum staði, men her er tað nyttuleyst. Alt hetta kann skapa eina góða atferð útvortis, men ikki broyta hjartað og reinsa lívsins kelduvað. Har skal ein kraft til, ið virkar innanífrá, og menniskjað má fáa eitt nýtt lív omanífrá, áðrenn tað kann broytast frá synd til heilagleika. Henda kraft er Kristus. Bert hansara náði kann vekja tey sovandi evnini í sinninum, og draga tey til Gud og til heilagleika.VK 18.2

    Frelsarin segði: „Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.” Jóh. 3,3. Menniskjað má fáa eitt nýtt hjarta, nýggj ynskir, ætlanir og endamál. Tankin, at tað bert er neyðugt at menna tað góða, sum er í menniskjans náttúru, er ein vandamikil villleiðing. Eitt menniskja, sum ikki er andaligt, „tekur ikki við ti, sum hoyrir Guðs anda til, ti at tað er henni dárskapur, og hon er ikki før fyri at kenna tað, av ti at tað verður dømt á andligan hátt.” „Undrast ikki um, at eg segði við teg: Tit mega verða fødd av nýggjum.” 1. Kor. 2,14; Jóh. 3,7. Um Kristus stendur soleiðis: Í honum „var lív, og lívið var Ijós menniskjunnar.” Jóh. 1,4. Og Jesu navn er tað einasta navn „undir himlinum, givið milium manna, sum vit skulu verða frelstir við.” Áp. 4,12.VK 19.1

    Tað er ikki nóg mikið at síggja Guds stóra kærleika, hansara miskunn og faðirliga eymleika.Tað er ikki nóg mikið at fata vísdómin og rættvísina í lóg hansara og síggja, at hon er grundað á kærleikans ævigu grundreglu. Paulus ápostul sá alt hetta og segði:„ Tá gevi eg lógini viðhald í tí, at hon er góð.” „Soleiðis er tá lógin heilag, og boðorðið heilagt og rættvíst og goff.” Róm. 7,16.12. Í sálarangist og vónloysi legði hann afturat: „Eg eri holdligur, seldur undir syndina.” Róm. 7, 14. Hann tráaði eftir tí reinleika og rættvísi, sum hann ikki megnaði at fáa av sær sjálvum. Hann mælti: „Eg, neyðar menniskja! Hvør skal bjarga mær frá hesum deyðans likami?” Róm. 7,24. Soleiðis Ijóðar rópið frá tyngdum hjørtum í øllum londum og til allar tíðir. Tað er bert eitt svar til øll hesi: „Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins!” Jóh. 1,29.VK 19.2

    Andi Guds hevur við mongum líknilsum roynt at greiða frá hesum sannleika fyri teimum, sum tráa eftir at sleppa undan syndabyrðum sínum. Tá ið Jákup flýddi frá heiminum hjá foreldrunum, eftir at hann hevði syndað og lumpað bróður sin, Esav, kendi hann tyngdina av síni synd. Hann var einsamallur og burturvístur, skildur frá øllum tí, sum hevði gjørt honum lívið kært. Men ein tanki nívdi hansara sinni meira enn allir aðrir.Tað var óttin fyri, at hansara synd hevði skilt hann frá Gudi. Tungur í huga legði hann seg til hvíldar á berajólum úti í haganum. Yvir høvdinum var tann klári stjørnuhimmalin. Í svøvni birtist eitt undarlig Ijós fyri honum. Hann sá ein stiga, sum røkk frá jørðini og líka upp til himmalsins portur. Einglar Guds gingu upp og niður í stiganum. Úr dýrd himmalsins hoyrdi hann rødd Guds, sum boðaði honum vón og troyst. Soleiðis fekk Jákup tað, ið honum longdist eftir - boðskapin um ein frelsara. Við gleði og takksemi sá hann nú ein útveg, so hann, syndarin, aftur kundi koma í samljóð við Gud. Hin loyndarfulli stigin ímyndaði Jesus, sum er einasti millummaður milium Gud og menniskju.VK 20.1

    Tá Jesus tosaði við Nathanael, brúkti hann somu mynd:” Tit skulu síggja himmalin opnan, og einglar Guðs stiga upp og stíga niður yvir menniskjusonin.”Jóh. 1,52. Menniskjað skildi seg sjálvt frá Gudi við fráfallinum. Harvið varð alt samband milium himmalin og jørðina slitið, og tað dýpi, sum nú lá teirra milium, kundi einki menniskja koma yvirum. Men ígjøgnum Kristus hevur jørðin aftur fingið samband við himmalin. Við síni tænastu hevur Kristus lagt brúgv yvir um ta avgrund, sum syndin hevur gjørt, so at tænandi einglar kunnu hava samskifti við menniskjuni. Tað falna menniskjað er veikt og hjálparleyst, men Kristus bindur tað saman við kelduna til allan mátt.VK 21.1

    Menniskju kunnu droyma um framgongd og um at gera mannaættina góða. Men hetta er til fánýtis, um tey ikki leita til ta einastu kelduna, har vón og hjálp er at finna fyri falnu ættina.”Hvørein góð gáva og hvørein fullkomin gáva” er frá Gudi. Ják. 1,17. Skildur frá Gudi kann eingin hava eitt veruliga gott og stórbært lyndi. Kristus er einasti vegurin til Guds. Hann sigur: „Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.” Jóh. 14,6.VK 21.2

    Í hjarta sínum harmast Gud um síni jarðisku børn við einum kærleika, sum er sterkari enn deyðin.Tá hann gav son sín, gav hann okkum alt tað, sum himmalin átti, í hesi einu gávu. Frelsarin livdi, doyði og gongur í forbøn fyri okkum. Heilagi andin kallar, og faðirin arbeiðir yvir øllum og ígjøgnum alt. Einglarnir visa stóran áhuga fyri okkum og veita sína tænastu. Alt hetta verður gjørt fyri at frelsa menniskjuni.VK 21.3

    Latið okkum hugsa um tað undurfulla offur, sum er fullgjørt fyri okkum. Latið okkum virðismeta tað arbeiðið og ágrýtnið, sum himmalin vísir fyri at frelsa tey glataðu og føra tey aftur til hús faðirsins. Sterkari grundir kundu ikki verið givnar, ella kraftmiklari gerðir gjørdar. Menniskju kunnu fáa himmalsins gleði og vera saman við einglunum, Gudi sjálvum og syni hansara í kærleika. Í himlinum skulu øll okkara evnir mennast og góðskast gjøgnum ævinleikan. Átti ikki alt hetta at ávirka og eggja okkum til at tæna og elska skapara og endurloysara okkara av fullum huga?VK 22.1

    Hinvegin greiðir Guds orð eisini frá dómum Harrans yvir syndina, tí afturløn, sum ikki slepst undan, okkara lyndisspillu og tí endaligu oyðingini. Hetta verður gjørt fyri at ávara okkum ímóti at tæna Satan.VK 22.2

    Eiga vit ikki at geva Guds náði gætur? Hvat meira kundi hann havt gjørt? Latið okkum søkja Gud og fáa viðurskiftini í rættlag við hann, sum hevur elskað okkum við einum so undurfullum kaerleika! Latið okkum nýta tær leiðir, sum standa opnar fyri okkum, so vit kunnu broytast eftir hansara mynd og koma í samljóð við hann. So kunnu vit aftur verða saman við teimum heilagu einglunum og sameinast við faðirin og sonin.VK 22.3

    Larger font
    Smaller font
    Copy
    Print
    Contents